8-mannafør: Myndin var tann sama, tá ið 8-mannaførini kappaðust á 1000 metrum, sum hon hevur veriið alt summar, tá ið 8-mannafør8ini hava kappast á 1500 metrum.
Fyrra partin av stutta teininum var spenningur í, og bæði Nevið Reyða og Ørvur høvdu hug at blanda seg upp í oddastríðið. Men tá ið hálvur teinur var rógvin, fór at glíða meiri eftir hjá reystu og treystu argjamonnunum. Reyði báturin við drekastevninum svam frá hinum og var fyrstur á mál.
Hóast Argjabáturin var fyrstur á mál fyri fimtu ferð av fimm møguligum, so sást á avrikunum hjá hinum, at teir framvegis eru væl trimmaðir og klárir at bjóða seg fram.
Ørvur var eina stóra hálva bátslongd aftanfyri Argjabátin, og Nevið Reyða var eina stóra hálva bátslongd aftanfyri Ørv. Bronsuplássið vunnu klaksvíkingar í tættari kapping við Miðving.
1 Argjabáturin 04:18.15
2 Ørvur 04:20.00
3 Nevið Reyða 04:22.19
4 Miðvingur 04:23.15
5 Kvívíkingur 04:29.02
Støðan
1 Argjabáturin 35
2 Ørvur 30
3 Nevið Reyða 24
4 Miðvingur 20
5 Kvívíkingur 16










