Nú klokkan 15 verður fyrsta bríksl í Gundadali, har Árni Brandsson Petersen er dómari. Hetta er fyrsta ferðin, at Árni er dómari í bestu deildini hjá monnum.
HB hevur vitjan av AB, og hóast HB sjálvandi er stórfavorittur, so hvílir tað spenningur yvir grannauppgerðini. Tað kemst av, at talan hevur verið um stórar útskiftingar á HB liðnum. Landsliðsmálverjin Teitur Matras Gestsson er framvegis skaddur, og Bjarti Vitalis Mørk verjir málið. Mads Borchers og Daniel Johansen eru farnir av landinum, og Samuel Johansen Chukwudi og Ejvind R. Mouritsen eru skaddir. Ák D. Samuelsen er darvaður av skaða og er saman við eitt nú Heðini Hansen, Jákup L. Thomsen og Tróndi Jensen.
Hjá AB er Antonio Borrelli aftur millum stólparnar, meðan liðformaðurin Jákup Pauli Breckmann ikki er á listanum, og Ramzi Touré Idrissou er leikbannaður.
HB – AB kl. 15.00
Dómari: Árni Brandsson Petersen
HB: Bjarti Vitalis Mørk – Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Viljormur Davidsen Ári Mohr Jónsson – Emil Berger, Dan í Soylu, Mattias Præst Nielsen, – Hanus Sørensen, Mikkel Dahl, Adrian Justinussen
AB: Antonio Borrelli – Tróndur J. á Høvdanum, Danjal Danielsen, Victor Helgi Benediktsson, Samuel James Pollard – Bjarni Skála, Santiago Lebus – Marius Kryger Lindh, Ragnar Skála, Filip í Liða – Brian Jakobsen











