Í kvøld hevur 07 Vestur kunngjørt, at 22 ára gamli argjamaðurin, Tóki á Lofti, spælir við 07 Vestur í kappingarárinum 2016.
Tóki er álopssinnaður leikari, sum í vaksnamannadeildunum hevur gjørt um seg hjá bæði B36 og AB. Hann hevur skorað heilt fitt av málum, serliga í B36, men felags fyri tíðina í báðum feløgum hevur verið, at hann ikki veruliga hevur fingið gjøgnumbrotið á besta liði felagsins.
Sambært heimasíðuni hjá 07 Vestur er Tóki hálvur sandavágsmaður, og hevur hann skorað 36 mál í 62 dystum í 1. deild. Tóki hevur búð í Danmark seinastu tíðina, har hann nemur sær útbúgving, og í Danmark hevur hann spælt við Avedøre IF, ið spælir í Danmarksseriuni.
Sigast má, at 07 Vestur av álvara ætlar sær uppaftur í bestu deildina. Menn sum Martin Tausen og Solomon Kwao eru eisini heintaðir til felagið frá ávíkavist TB og MB.











