Rógvi Poulsen verður aftur komandi kappingarár partur av hópinum hjá AB. Farna kappingarár spældi hann við B36, meðan hann var undur útbúgving niðri. Komandi ár verður støðan øðrvísi og nú hevur Rógvi Poulsen valt at fara aftur til barndómsfelagið, AB, boðar Thomas Juul S. Thomsen frá FC Argjum frá í kvøld.
Rógvi Poulsen hevur í tveimum førum spælt við besta liðnum hjá AB. Fyrru ferð var, tá felagið á fyrsta sinni flutti upp, men eftir at teir fluttu niðuraftur, so skifti hann til HB. Har spældi hann til og við 2012, áðrenn leiðin aftur gekk til AB
Her var hann ein av avgerandi spælarunum, tá AB á heldur ótrúligan hátt bjargaði sær lívið í bestu deildini, eftir at teir bara høvdu tvey stig eftir 11 dystir. Í fjør spældi Rógvi við B36, men talan bleiv bara um níggju dystir.
Argjamenn mangla framvegis at fáa teir seinastu brikkarnar upp á pláss til komandi kappingarár. Sorin Anghel spælir nokk tað stóra komandi ár, so nýggjur verjuspælari skal til.