Argjamaður gjørt sáttmála við Brøndby

17 ára gamli AB-leikarin, Rógvi Holm, hevur skrivað undir sáttmála við danska felagið Brøndby, sum er galdandi fyri næsta hálva árið

Seinnu árini hevur 17 ára gamli argjamaðurin, Rógvi Holm, verið á venjingarvitjan hjá fleiri evropeiskum feløgum. Fótbóltsevnini eru framúr hjá Rógva, og nú vil danska felagið, Brøndby, av álvara sleppa at síggja, hvør dugur er í unga manninum. Rógvi Holm og Brøndby hava nevniliga skrivað undir sáttmála, sum bindir partarnar í eitt hálvt ár.
Ætlanin er, at Rógvi skal venja við U-17 liðnum í felagnum, umframt at hann væntandi eisini skal royna seg nakað á eykaliðnum.
Størsti partin av ungdómsárunum hevur Rógvi spælt í AB, og hann sigur við heimasíðuna hjá AB, at hann hevur sera nógv at takka Tórálvi Stenberg, sála, fyri. Tórálvur var venjari hjá Rógva at kalla øll ungdómsárini í AB.
Tað er North Atlantic Football Agency við Jákup í Stórustovu, sum hevur fingið sáttmálan í lag. Jákup var eisini maðurin, sum stóð fyri sáttmálunum hjá Jón Róa Jacobsen og Lukasz Cieslewicz við danska stórfelagið.