Argjamaður á gallarínum

Tvøroyri: Sunnudagin letur argjamaðurin Finleif Mortensen upp eina framsýning í Gallarí Oyggin á Tvøroyri.

Á framsýningini hevur Finnleif íalt 23 oljumálningar. Allir eru teir av nýggjari dato.
Framsýningin er opin fram til 4. januar næsta ár, allar dagar frá kl. 15 til 18.
Samstundis við hesa framsýningina letur Finleif upp egna heimasíðu, har fólk aðrastaðni kring landið ieisin kunnu síggja málningar hansara. Adressan er www.finleif.com.