Argjakvinnur vunnu í stórum stíli

Í dag megnaði hvørki Erla Kongsdóttir ella nakar annar at gera nakað við Teistan, sum vann so sera sannførandi

Tað gekk øðrvísi í dag í kappingini millum 5-mannaførini við kvinnum, enn tað hevur gjørt tríggjar tær undanfarnu ferðirnar. Á norðoyastevnu vann Teistin og tríggjar tær seinastu ferðirnar hevur Erla Kongsdóttir úr Fuglafirði verið best.

Í dag endaði Erla Kongsdóttir á silvurplássinum. Teistin vann, og harvið er tað aftur sera tætt og spennandi í FM kappingini, tí tað er bera eitt stig frá Erlu Kongsdóttir og aftur til Teistan av Argjum.

 

Eingin megnaði at gera nakað sum helst við Teistan, sum vann í heilt stórum stíli.

Teistin fleyg avstað beinanvegin, tað var skjótt, at tað var leyst aftur til Erlu og Fípuna Føgru, og so var spurningurin bara, hvussu tryggur sigurin hjá Teistanum fór at verða. Tá ið tað varð farið undir endaspurtin var fjarstøðan tað mesta av tveimum bátslongdum. Erla át eitt vet inn aftur í endaspurtinum, og tá ið bátarnir fóru um málið, var tað akkurát ein bátslongd millum tveir teir fremstu bátarnar.

 

1 Teistin 05.56.09

2 Erla Kongsdóttir 05.59.01

3 Fípan Fagra 06.07.02

 

Støðan

1 Erla Kongsdóttir 33

2 Teistin 32

3 Fípan Fagra 25