Frælsur ítróttur
Í døgunum frá 6. til 8. apríl kappaðust umleið 500 ungfólk frá 16 altjóða skúlum í frælsum ítrótti í Cario. Ungfólkini komu úr Dubai, Bahrain, Oman, Yemen, Qatar, Kuwait og øðrum londum í Miðeystri, og kappingin varð hildin á Cairo American College í egyptiska høvuðsstaðnum.
Hetta er eitt árligt tiltak, har endamálið er at lata ungfólk við ymsum uppruna og mentan kappast í somu kappingum.
Á vinnandi liðnum hjá Cairo American College var argjagentan Gyðja á Argjahøvda. Hon vann silvur á 100 metrum, og hon vann tvey gullheiðursmerki í stafettum saman við liðfeløgunum. Gyðja býr í løtuni í Egyptalandi.
Kappingin var sera væl fyriskipað, og endamálið at lata ungfólk við ymsum húðaliti, átrúnaði og mentan kappast saman var nátt á besta hátt.