Argjagenta í amerikonskum sjónvarpi

Uttast til høgru sæst unga argjagentan, saman við sjónvarpsliðinum. Mynd: privat

Ì annaðkvøld fáa Føroyar pláss í bestu senditíð, tá ein amerikonsk sjónvarpsrás fer at varpa 22 minuttir um eina gentu, sum leitar eftir íbúð í Føroyum. Sendingin eitur House Hunters og hevur síðan 1999 fylgt amerikanarum sum leita eftir húsi ella íbúð. Sum nakað nýtt fara sendingarnar í ár at fylgja íbúðarjagstrandi fólki uttan fyri Amerika eisini.

Hesu ferð verður tað so føroyska Brynhild Dalsgaard Weihe sum sjónvarpsrásin fer at fylgja. Í fimm ár búði hon í Amerika, men tá næmingavisum hennara gekk út, gjørdu hon og sjeikurin av, at tey vildu royna at flyta til Føroya. Sjeikurin er upprunaliga úr Amerika, og tí fer sjónvarpssendingin eisini at snúgva seg um tær avbjóðingar ið fylgja við, tá man flytir millum tvey samfeløg, ið eru so ymisk. Tó var tað av tilvild, at tað júst var Brynhild Dalsgaard Weihe og sjeikur hennara, sum vórðu vald at vera við.

- Framleiðarin á sjónvarpssendingini tók samband til stjóran hjá mær, tí tey vildu so gjarna koma til Føroya. Stjórin hjá mær var biðin um at finna onkran, sum var í ferð við at flyta úr Amerika til Føroya. So tað var rættiliga tilvildarligt, at eg júst leitaði eftir íbúð í Føroyum tá, sigur Brynhild Dalsgaard Weihe, sum starvast hjá Visit Faroe Islands.

Sendingin verður varpað á HGTV og hevur 25 milliónir hyggjarar um mánaðan. Í fyrstu atløgu verður sendingin ikki løgd á netið, so fyribils hava føroyingar ikki møguleika at síggja sendingina.