Argjafólk og kollfirðingar hava valt býráðslimir

Í Kollafirði hevur Bergur Robert Dam Jensen fingið so nógvar atkvøður, at hann uttan iva er valdur í býráðið við væl oman fyri 300 atkvøðum. Á Argjum hevur Høgni Vilhelmsen fingið oman fyri 350 atkvøður og uttan iva valdur

 

Enn eru tey ikki liðug at gera valið upp í høllinni á Hálsi í Havn. Men alt bendir á, at Tjóðveldi er størsti flokkur, Javnaðarflokkurin nummar tvey og Kommunulistin nummar trý. Smm tað sær út á Hálsi, so er eitt boð, at Tjóðveldi fær 4 sessir, Javnaðarflokkurin og Kommunulistin 3 í part, Fólkaflokkurin, Sambandsflokkurin og Borgaralistin ein í part.

Men hetta skal takast við fyrivarni, tí úrsltini á Argjum, í Hoyvík og í Kollafirði kunnu broyta javnvágina millum flokkarnar. 

Men tað tykist sera greitt, at kollfirðingar hava valt Berg Robert Dam Jensen í býráðið og kanska eisini Anju Weihe. Argjafólk hava valt Høgna Vilhelmsen.