Argjafólk fingu sín vilja

Tað er eingin orsøk at gera seg óklár við argjafólk, halda tey í býráðnum í Havn

Býráðið hevur nú samtykt at broyta eitt navn á Argjum. Hetta hendur nú býráðið er farið undir eina útstykking á einum plássi, tey hava nevnt við Klingrutjørn.

 

Men tað hava argjafólk mótmælt, tí tey siga, at tey vita ikki um annað, enn at staðið hevur verið nevnt Klingurstjørn.

 

Tórshavnar kommuna vendi sær til Staðarnavnanevndina um málið og hon kom til ta niðurstøðu, at Klingrutjørn var tað rætta navnið, og at Klingurstjørn helst er úrslitið av eini ungari broyting.

Er nakar áhugi fyri teirri málsligu frágreiðingini um, hví tað skal eita Klingrutjørn, er hon her: Staðfestast kann at upprunin til forliðið er Kringlu-, sum við umkasti av r og l er vorðið til Klingru-, sum er at finna í mongum føroyskum staðarnøvnum. Klingurs- tykist vera úrslit av eini ungari broyting, tí tey bæði dømini vit hava um Klingurs- (Hattarvík 1959, Argjum 1985), eru í eldri uppskriftum skrivaði Klingru-: Klingrusnið í Hattarvík 1853, Klingrutjørn á Argjum 1956. 

 

Tí helt Staðanavnanevndin fast við at tað skuldi eita Við Klingrutjørn tí tað tykist umboða tað eldra navnið. Og bæði orðini skulu skrivast við stórum. Men tey býráðnum beindu málið í Staðanavnanevndina eina ferð afturat við tí endamáli at vita um tað ikki upp á onkran máta kundi forsvarast at ganga argjafólki á møti.

 

Men tað hjálpti ikki so nógv, tí niðurstøðan hjá Staðanavnanevndini er framvegis, at tað rætta navnið er Við Klingrutjørn. Men so leggja tey afturat, at tey lata tað bara upp í hendurnar á býráðnum at gera av, hvat navnið skuldi vera.

 

Og tað var ein møguleiki, Býráðið tók av. Gunvør Balle, forkvinna í Mentanarnevndini hjá býráðnum, vísti á, at tað tað er næstan eitt fólkakrav á Argjum, at tað skuldi eita Klingurstjørn. Og hon helt ikki, at tað var nakað endamál hjá teimum í býráðnum at gera seg óklár við Argjafólk um eitt staðarnavn, sum hevði so stóran týdning fyri tey.

 

Og tískil hevur býráðið nú samtykt, at broyta navnið, soleiðis at tað nú eitur Við Klingurstjørn. Men sjálv tjørnin eitur framvegis Klingrutjørn.