Argjafólk fingið ítróttahøll

Nýggja høllin á Argjum varð tikin í nýtslu í dag

Hátíðarhald var á Argjum í dag, tá útbygda ítróttahøllin á skúlanum á Argjahamri varð tikin í nýtslu.


Tað var í fjør summar, at fari varð undir at víðka um høllina í skúlanum, so at talan gjørdist um eina ítróttahøll í fullar stødd til hondbólt og aðrar ítróttir við pláss til umleið 200 áskoðarar. Tað er ikki upplýst hvat endaligi kostnaðurin var, men tað samtykt varð at byggja høllina í februar 2016 varð mett, at kostnaðurin lá um 18,5 milliónir krónur.


Sambært heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu, so er arbeiðið framt í partalagi millum Tórshavnar kommunu, Sp/f TG Verk sum arbeiðstakara og Sp/f MAP arkitektum sum ráðgeva, umframt við undirráðgevunum P/F LBF innan konstruktión og el, og Sp/f PB Consult innan hita, vatn og sanitet.


Myndamaðurin hjá okkum hevur verið á vitjan og tikið hesar myndirnar.