Handilslív
? Handilin er tann sami, sum handilin í Stoffalág, sigur Petur Eirik Djurhuus, sum er leiðari á teimum báðum handlunum.
? Har verður sama tænasta og sama søla. Handilin er ein Samkeyp handil, og fara tí øll Samkeyp-tilboðini eisini at vera galdandi á Argjum.
Spurdur um grundarlag er fyri at lata ein handil upp á Argjum, sigur Petur Eirik ja. Hann greiðir frá, at nú meðan gjørt hevur verið klárt til handilin skal lata upp, hava fleiri fólk verið inni á gólvinum, og sagt, at tey gleða seg til handilin letur upp. Sum er, so er bara ein Samkeyp handil í Havn, og nú verða sostatt tveir.
? Soleiðis fáa vit eisini nøktað tørvin betri, sigur Petur Eirik Djurhuus. ? Fleiri fólk av Argjum koma til Stoffalág at keypa, og tað er eitt sindur langt. Nú kunnu kundarnir í Vesturbýnum fara út á Argjar, tí tað er væl styttri enn at fara allan vegin inn í Eysturbýin.
Lagt verður fyri við einum Samkeypstilboði, og í morgin sodavatnssmakkiroyndir, og kaffi og karamellur. Handilin hevur opið gerandisdagar frá 8 ? 19, og leygardagar frá 9 ? 14 leygardag.