Í dag hittust fimm bólkar av børnum og ungum úr Sands skúla, skúlanum á Argjahamri, skúlanum við Løkin og Venjingarskúlanum til First Lego League Føroyar kapping á Føroya Tele í Hoyvík.
Børnini og tey ungu kappaðust innan fýra økir: legorobottar, ástøði, framferð og samarbeiði. “Avbjóðingin var serliga fløkt og trupul í ár”, søgdu Jana, Henriette og Knud, ástøðis-dómarar. Evnið í ár var læring. Vit skulu øll læra okkurt nýtt, - serliga tá vit eru børn. Í ár høvdu børnini og tey ungu høvi til at siga teimum vaksnu frá, hvussu vit kunnu læra.
Føroyameistarar í ár gjørdust LegoHolics frá skúlanum á Argjahamri. Teir fingu steyp fyri framferð og skaraðu framúr við robottkoyringini. Liðið endaði millum seks tey bestu liðini í øllum Norðurlondum í dag.
Gold to Glory frá Venjingarskúlanum fingu annað steypið fyri robottkoyringina.
Legobuilders úr Sands skúla vunnu steyp fyri bæði ástøði og tøkni. Dómararnir løgdu dent á, at tey høvdu gjørt eina spennandi kanning og eitt imponerandi robot-design.
Lego Mechanics frá skúlanum við Løkin fingu steyp fyri gott samstarv. “Tey høvdu bygt eitt model av einum framúrskarandi skúlabygningi, og høvdu nógvar spennandi tankar um, hvussu tann besti skúlin eigur at vera”, søgdu Noomi og Sjúrður, flúgvandi dómarar.
Skandinaviska finalan verður í Keypmannahavn tann 30.november. Tá fer LegoHolics at dystast móti 45 liðum úr Noregi, Danmark og Svøríki. LegoHolics eru roynd í First Lego League finaluni. Tey vunnu eina finalu síðsta ár, tá tey gjørdust Evropameistarar í robott-tøkni.










