Á Ólavsøku í fjør varð FM heitið hjá dreingjunum á Tjaldrinum staðfest. Tjaldrið vann allar róðrarnar í fjør – uttan tann á Ólavsøku. Tá vóru tað argjadreingir umborð á Bliki, sum snýttu meistararnar og struku avstað við sigrinum.
Leygardagin legði Blikur við dreingjamanning fyri á sama hátt, sum árið í fjør varð endað. Orsaka av mjørkanum bíðaðu dreingirnir leingi eftir at sleppa avstað, men tá ið tað endiliga var so mikið klárt, at tað varð mett ráðiligt at starta, so fleyg Blikur avstað.
Argjadreingir løgdu seg á odda beinanvegin, og eingin skalaði teimum, hóast Royndin Fríða alla tíðina royndi at hanga í. Vágsdreingir vóru sera stinnir í endaspurtinum, og á málinum var munurin so lítil, sum tað bar honum til at vera, um talan ikki skuldi verða um umróður.
Unga manningin umborð á Jalli stóð seg lutfalsliga væl, og at úrslitið á Norðoyastevnu var, sum tað var, kann gott fara at vísa seg seinni í summar at vera grundarlag undir tættari og spennandi kapping.?
5-mannafør dreingir
1 Blikur 05:16.11
2 Royndin Fríða 05:16.12
3 Jallurin 05:20.17
4 Teistin 05:24.16
5 Sílið 05:25.23
6 Svanur 05:27.05
7 Junkarin 05:29.09
8 Firvaldur 05:31.07