Úrslitið av 6 kilometra langteinakappróðrinum var, at Argjabáturin gjørdist vinnari við tíðini 30,42,3 minuttir, Ørvur var nummar 2 við tíðini 30,48,0 – og á triðja plássi kom Havfrúgvin við tíðini 34,24,5 minuttir.
Smyril gjørdist nummar 9 og endaði aftastur við tíðini 32,54,00 minuttir.
Langteinakappróður er ein nýggjur róður, har allar bátastøddir, undantikið barnaróður, kappast móti hvørjum øðrum. Tíðirnar verða umroknaðar, soleiðis at allir bátar – líka mikið stødd – hava møguleika at vinna róðurin. Soleiðis kann eitt 5-mannafar vinna á einum 10-mannafari.