Argjabáturin stýrdi alla tíðina

Fýra tær fyrstu ferðirnar hevur Kvívíkingur verið fremstur í hesi kappingini. Seinastu ferðirnar hava sigrarnir ikki verið so sannførandi, sum teir vóru fyrr í summar, og tí kundi tað bent á, at annar vinnari kundi bjóða seg fram.

Og soleiðis var tað í dag. Argjabáturin brendi seg fram um kappingarneytarnar beinanvegin, og Argjabátuin stýrdi kappingini allan 1000 metra teinin.

Sum fleiri ferðir fyrr í summar var Kvívíkingur ikki millum teir fremstu beinanvegin.

Kvívíkingar plaga tó at orna paragraffirnar, men tað megnaðu teir ikki í ár.

Argjabáturin var ongantíð hóttur í endaspurtinum, og at hetta ikki var dagurin hjá kvívíkingum, sum hvønn dag fyrireika seg til kappingarnar í Vestmanna, varð undirstrikað við, at eisini Fríggjarin úr Miðvági setti Kvívíking upp á pláss.

Kvívíkingur megnaði á triðja plássi akkurát at vinna á Árnfirðingi, sum aftur í dag var við til at seta dám á kappingina á fyrsta partinum av teininum.

Úrslitið ber við sær, at tað er komið eitt sindur av spenningi í FM kappingina, men tað skal kortini vilja illa til hjá kvívíkingum, um teir ikki á Ólavsøku skulu standa við FM heitinum.

 

1 Argjabáturin 04:34.16

2 Fríggjarin 04:36.00

3 Kvívíkingur 04:37.09

4 Árnfirðingur 04:38.23

5 Knørrur 04:43.06

6 Ørvur 04:49.04

 

Støðan

1 Kvívíkingur 33

2 Argjabáturin 30

3 Fríggjarin 25

4 Árnfirðingur 22

5 Ørvur 13

6 Knørrur 12