Arja Róðrarfelag lat í 2001 nýggjan bát byggja. 8-mannafari Argjabáturin, sum er mest vinnandi 8-mannafar í føroyskum kappróðri gjøgnum árini, róði fyri fyrstu fer í 2002 og seinasta FM kom í hús í 2015. 13 meistaraheiti er tað vorið til í alt hjá reyða 8-mannafarinum av Argjum, og í ár er ætlanin sjálvsagt at víðka um steypasavni á Argjum.
28 ára gamli argjamaðurin Folmer Bisp er bátsformaður á Argjabátinum og hann heldur at onki minni enn eitt meistaraheiti er nóg gott. Fýra 8-mannafør eru melda til FM róðurin, Knørrur og Argjabáturin í Havn, Árnfirðingur úr Árnafirði og Tofta Regin úr Vági.
- Vit eru 4 bátar sum eru tilmeldaðir og vit fara sjálvandi eftir fyrsta plássi. Eg veit ikki nógv um Knørr, men alt er ein kapping fyri okkum, tí man veit so lítið áðrenn norðoyastevnu. Eg fekk at vita týsdagin at Tofta Regin eisini er við, og teir vita vit heldur onki um. Bátar har suðuri eru altíð góðir, og eg havi hoyrt at tað er sama fólki sum róði við Smyrli í fjør. Um so er fáa hini 8-mannaførini øgiliga harða kapping, sigur bátsformaðurin av Argjum.
Serligt við 8-mannaførunum í ár er at tveir bátar halda til í sama neysti á Argjum. Talan er um Argjabátin og Árnfirðing sum er mannaður av havnarmonnum. Bátarnir hava hvør sín venjara, men síggja sjálvandi nógv til hvønn annan.
- Árnfirðingur heldur jú til í Argja róðrarfelag, so vit síggja jú hvussu tað gongur hjá teimum hvønn dag, og vit vita at teir hava góða manning í ár. Um vit skulu fáa fyrsta plássi í ár, skulu vit á Argjabátinum stríðast fyri tað, tí vit vita sum er, at tað er hørð kapping millum bátarnar báðar, sigur Folmer Bisp, sum hevur róð í AR síðani 2004.
Í ár eru tríggjar vikur ímillum fyrstu og aðru stevnu. Hetta ger at venjingarætlanin má tillagast og møguleiki er fyri at royna ymiskar hættir. Summi velja at trappa venjingina niður áðrenn norðoyastevnu, ímeðan onnur fara á stevnu undir harðari venjing og satsa uppá at tað kann geva fyrimun til næstu stevnurnar.
- Sjálvandi hevur man sínar ringu dagar og sínar góðu dagar, men sum nú er gongur tað væl og vit vera klárir til norðoyastevnu. Vit hava havt eina harða viku i síðstu viku, og trappa niður hesa vikuna áðrenn stevnu. Eg veit sjálvsagt ikki hvussu úrsliti verður á norðoyastevnu, men vit hava ein venjara sum hjálpir okkum nógv, so tað verður hann sum kemur at avgera hvat fer at henda tá, endar 28 ára gamli bátsformaðurin.
Bátsformaðurin hevur róð við Teistanum, Bliki, Lómi og Argjabátinum, og hevur vunnið FM við Lómi í 2012, og Argjabátinum í 2015. Haraftrat var hann eykamaður, og róði á ólavsøku, hjá Drekanum Reyða í 2014.
Argjabáturin er umframt Folmer Bisp sjálvan mannaður við Snæbjørn Ellindson Frýdal, stýrimaður, Sverra Patursson, Sverri Tórstún, Julian Lava, Árni Jóhannesson, Jógvan Jacobsen, Jákup Stefansson og Ragnar S. Mikkelsen.
8-mannaførini skulu í eldin klokkan 16.20 leygardag og næsti róður er á Sundalagsstevnu í Hósvík 17. Juni.