Argjabáturin setti Miðving upp á pláss

Í fjør vann Miðvingur allar róðrarnar millum 8-mannaførini, og tá vann Lómur allar róðrarnar í kappingini millum 6-mannaførini við monnum.

 

Í dag vóru nógvir av teimum, sum í fjør vunnu FM umborð á Lómi, umborð á Argjabátinum. Setninguirin hjá argjamonnum var at bjóða Miðvingi av, og tað eydnaðist. Argjabáturin var fyri tað mesta fremstur. Miðvingurin royndi fleiri ferðir at bjóða av, og onkra ferðina, tá ið róðurin var hálvrógvin, og tá ið tað nærkaðist endaspurtinum, tóktisst tað vera møguleiki fyri, at tað skuldi eydnast.

 

Men í endaspurtinum var eingin ivi. Argjabáturin var greitt frammanfyri Miðving.

Gullbrandur úr Fuglafirði var væl aftanfyri hinar báðar.

 

 

Úrslit

8 mannafør

1 Argjabáturin 07:17.01

2 Miðvingur 07:19.10

3 Gullbrandur 07:35.09