Tað eru ikki tær stóru broytingarnar, tá tað ræður um vinnararnar í kappróðrinum ár 2000. Í trimum av seks kappingum hava vinnarabátarnir verið teir somu í øllum trimum kappingunum, sum higartil hava verið. Manningarnar eru kvinnurnar umborð á Jarnbardi, dreingirnir umborð á Tjaldrinum og menninir umborð á Argjabátinum.
Sammett við á Skálafjørðinum var bara ein nýggjur vinnari í Vági. Tað var 6?mannafarið av Strondum, Strálan, sum kom fyrst á mál. Í hinum báðum kappingunum, sum hava verið, hevur Hvessingur vunnið.
Hjá 10?mannaførunum endurtók Nólsoyingur sigurin, sum hann vann á Skálafjørðinum. Vestmenningur vann á noðroyarstevnu.
Gularótin hjá kappróðrarmanningunum hevur tey seinastu árini verið møguleikin at sleppa til Scilly oyggjarnar at royna seg. Róðrarsambandið hevur gjørt serstakar reglur, sum ein kvinnumanning og ein manning á mannfólkasíðuni kunnu kvalifisera seg til uttanlansferðina eftir. Teir rópa hesa kappingina Sillykappingina.
Í fyrstu atløgu verða stig latin. Um tað stendur á jøvnum í stigum ímillum fleiri bátar, so verður munurin, sum sigrarnir eru vunnir í sekundum, avgerandi fyri, hvør selppur av landinum.
Dreingjamanningarnar eru ikki við í Silly kappingini. Tað er avgjørt, at FM vinnaranum í kappingini millum dreingjabátarnar skal standa í boði at luttaka í kappróðri sum verður í Sorø í Danmark í september. Í tí kappingini er eingin ivi um, at tað er Tjaldrið, sum liggur best fyri.
Stórur spenningur
Í Silly kappingini er stórur spenningur í kappingini millum gentubátin Frúnna úr Miðvági, og 6?mannafarið hjá róðrarfelagnum Knørri. Jarnbardur, sum var á Scillyoyggjunum fyrr í ár ? tær stóðu seg serliga væl ? hevur vunnið allar tríggjar kappingarnar. Tað hevur Frúgvin úr Miðvági eisini gjørt. Tí er neyðugt at taka við, hvussu sannførandi sigrarnir eru vunnir, og tá er eingin ivi um, hvør av hesum báðum bátunum liggur betri fyri.
Frúgvin hevur í teimum trimum kappingunum higartil vunnið við tilsaman 32.04 sekundum aftur til næstfremstu bátarnar. Jarnbardur hevur eisini vundið burturúr kappingarneytunum, men kortini ikki so sannførandi, sum tær umborð á Frúnni hava vunnið. Samlaði munurin hjá Jarnbardi aftur til næstfremstu bátarnar hevur verið 15.10 sekund.
Um bæði Frúgvin og Jarnbardur fara at vinna allar tær tríggjar kappingarnar, sum eru eftir í hesum róðrarárinum, og um gongdin higartil fer at halda fram, so verður tað gentumanningin umborð á Frúnni, sum komandi vár skal til Scillyoyggjarnar at royna seg.
Argjamenn einsamallir
Á mannfólkasíðuni er tað eftir jóansøkuróðurin ikki so stórur ivi um, hvør liggur best fyri. Undan róðrunum í Vági høvdu bæði 6?mannafarið Hvessingur og 8?mannafarið Argjabáturin fjúrtan stig. Eftir jóansøkuróðurin hevur Argjabáturin 21 stig, meðan Hvessingur, sum endaði næstfremst leygardagin, hevur 19 stig.
Undanfarnu árini hava tað verið manningarnar á 10?mannaførum, sum hava verið á Scillyoyggjunum og roynt seg. Vestmenningar hava verið eina ferð, og teir umborð á Eysturoyinginum hava verið tvær ferðir. Sjálvsagdi rætturin hjá 10?mannaførunum at sleppa uttanlands sambært ásetingunum, sum nú eru gjørdar, tikin burtur. Og orsaka av at kappingin millum 10?mannaførini hevur verið so tøtt í ár, so er tað nógv sum bendir á, at 10?mannaførini fara at detta niður ímillum í kappingini um at sleppa av landinum.
Nólsoyingur hevur átjan stig, og Vestmenningur hevur fimtan stig.
The Faroes Partnership er høvuðsstuðul í Silly kappingini 2000.
jh børn Spíran (útibarnagarðurin)
42 børn Inni á Gøtu 20 børn Býlingahúsið undir Fjalli 20 børn Býlingahúsið á Flat 16 børn afturat á Lítlaskógi 10 børn afturat í barnagarðurin á Argjum.
Tilsamans er hetta 128 børn.
Tá ið tey seks plássini á Velbastað verða løgd afturat, kemur talið upp á 134 nýggj ansingarpláss hesi seinastu fýra árini.
Harafturat eru pláss fyri 250 børn á Frítíðarskúlanum og hann tekur ikki meiri enn hesi somu 250 børnini.
Sostatt eru 384 børn komin upp í skipanina afturat hesi seinastu fýra árini.
Umroknað eru tað 96 børn í miðal um árið hesi seinastu fýra árini.
Í næstum verður harafturat útbygt, so at 100 pláss verða útvegað afturat. Talan er um 60 pláss á einum stovni í Vesturbýnum. Men harafturat skulu tvey býlingshús byggjast út, so at tey fáa tikið 20 børn afturat í part. Tey seinastu av hesum plássunum verða liðug komandi summar.
Men harumframt fara 180 børn úr skipanini eftir summarferiuna, tí tey fara úr skúla. Sostatt fara 280 børn at sleppa í skipanina tað næsta árið.
Í løtuni standa 465 børn á bíðilistanum.
Tá ið tey 280 børnini eru sloppin inn, verða sostatt 185 børn á bíðilistanum, um barnatalið verður tað sama sum nú.
Í 1996 gjørdi Býráðið sær ein málsetning sum segði, at 30 pláss skuldi útvegast um árið í 10 ár, tó soleiðis at økingin støðugt skuldi vera í samsvari við tann tørvin. Sostatt skuldi tørvurin verið nøktaður í 2006.
Men veruligi tølini vísa, at hóast býráðið hevur útvegað tríggjar ferðir so nógv pláss, sum málsetningurin var, so er bíðilistin vaksin úr 289 børnum, upp 465 børn.
Og tá ið útbyggingarnar, sum eru ígongd, verða lidnar næsta summar, er bíðilistin komin niður í 185 børn, um barnatalið verður tað sama, sum nú.
Ein ørsøkin til gongdina er tað stóra talið av tilflytarum. Ein onnur orsøk er, at dagrøktin er sett til 300 børn, men í løtuni klárar skipanin bert 250 børn, tí tað eru ov fáir dagrøktarar. Somuleiðis eru fleiri fólk komin aftur í arbeiðið og hava tí brúk fyri barnaansing.