Tvær fer_ir frammanundan hev_i Argjabáturin veri_ sannførandi vinnari. Og aftur á Hvalvík eydna_ist ta_ argjamonnum at vinna. Ta_ var merkisvert. Argjabátuirn var ikki fremstur beinanvegin. Teir høvdu alt anna_ enn gó_an start, men kortini vóru teir á málinum eina bátslongd undan hinum.
Á 1500 metra málinum var_ fasti starturin n_ttur. Ta_ var fitt av høgættarvindi, og tá i_ Argjabáturin var komin á mál, og vi_haldsfólkini, sum vóru farin nor_ur eftir í vónini um, at ta_ hesa fer_ skuldi eydnast eins væl hjá Argja Ró_rarfelag, sum ta_ hev_i gjørt á Skálafjør_inum, høvdu fagna_ sínum báti og sínari manning, fekst frágrei_ingin um, hví ta_ ikki hev_i veri_ so sannførandi í startinum:
- Vit lógu næstan tvørir, tá i_ startskoti_ gekk av. Ta_ eydna_ist tíbetur beinanvegin at rætta hann uppaftur. Vit mistu eitt sindur í fyrstu tøkunum. Men ta_ var ikki meiri, enn at vit megna_u at vinna ta_ aftur, greiddu teir á Argjabátinum frá.
Kvívíkingurin og Nevi_ Rey_a fingu besta startin. Kvívíkingurin var fremstur, og Nevi_ Rey_a var næstfremstur. Kvívíkingurin var eina løtu kanska meiri enn eina hálva bátslongd frammanfyri Nevi_ Rey_a og uppaftur meiri enn so frammanfyri Argjabátin.
Men argjamenn lofta_u sær skjótt. Á túsund metrum høvdu teir lagt upp á sí_una av Nevinum Rey_a, sum ikki megna_i at fylgja teimum, og so spentu teir eftir kvívíkingum. Argjamenn hava fyrr í summar sagt seg rokna vi_, at Kvívíkingur fór at geva teimum dyggari kapping, enn teir høvdu gjørt í fyrstu kappingini. Ta_ søgdu argjamenn, tí kvívíkingar fóru seinni undir venjingina, enn teir fóru á Argjum.
Hesa fer_ helt Kvívíkingur longri tørn, enn hann hev_i gjørt í tveimum teimum undanfarnu kappingunum. Men tá i_ hálvur teinurin var rógvin, hev_i Argjabáturin lagt seg upp á sí_una av Kvívíkinginum, og so gekk ta_ bara ein veg. Stútt og stø_ugt toga_u teir seigan í árarnar umbor_ á Argjabátinum, og tøkini vóru dygg og munagó_. Ta_ tóktist sum um treystleikin hjá teimum var størri, enn hann var umbor_ á hinum bátunum, og tá i_ ta_ var_ fari_ undir endaspurtin, var ta_ ikki ein spurningur, um Argjabáturin fór at vinna, men heldur hvussu sannførandi sigurin fór at ver_a.
Argjabáturin var meiri enn eina bátslongd frammanfyri Kvívíkingin, og í FM kappingini er munurin so miki_ stórur nú, at ta_ ber illa til at ímynda sær anna_, enn at Argjabáturin fer at vinna FM heiti_, sum teir ikki hava átt sí_ani 2000. Í 2001 var Nevi_ Rey_a meistari, í 2002 var ta_ Kvívíkingur, og í 2003 vann Ørvur FM.
Kappingin á Hvalvík vísti, at ta_ bara er Kvívíkingurin, sum kanska kann geva Argjabátinum kapping um fremsta plássi_ í einstøkum FM kappingum. Nevi_ Rey_a, sum undanfarnu fer_irnar hev_í veri_ nummar tvey og tr_, enda_i hesa fer_ á fjór_a plássinum. Umframt at tapa kappingina um næstfremsta plássi_ vi_ Kvívíking, so vór_u teir eisini ov stuttir í kappingini um bronsuplássi_. Ørvur, sum er manna_ur vi_ ungum monnum, i_ á_ur hava ró_ vi_ 5-mannaførunum hjá Havnar Ró_rarfelag, enda_i á bronsuplássinum. Munurin á teimum bá_um var ein skutur. Knørrur helt væl og vir_iliga pláss sum nummar fimm og aftastur.
8-mannafør
1 Argjabáturin 07.55.21
2 Kvívíkingur 07.59.16
3 Ørvur 08.05.16
4 Nevi_ Rey_a 08.06.17
5 Knørrur 08.15.15