Argjabáturin hevur endurvunnið FM heitið í kappingini millum 8-mannafør. Tað er greitt, eftir at argjamenn vunnu í dag vunnu trivaligan sigur á vestanstevnu í Sandavági.
Argjabáturin sprakk avstað, og hann var fremstur allan teinin. Á málinum var hann eina lítla bátslongd undan Árnfirðingi.
Í Vestmanna fyri einari viku síðani mundi tað koma óvart á bæði argjamenn og øll onnur, at Árnfirðingur skuldi vinna.
Tí var spenningurin stórur undan dagsins róðri, men spenningurin hvarv skjótt, tí Argjabáturin var so suverenur.
1 Argjabáturin 04.43.16
2 Árnfirðingur 04.45.27
3 Nevið Reyða 04.52.46
FM støðan
1 Argjabáturin 41
2 Árnfirðingur 37
3 Nevið Reyða 20
4 Ørvur 10