Argjabáturin vann aftur í dag tryggan sigur. Tað ber við sær, at tað er rimmar fast, at Argjabáturin hevur tryggjað sær FM heitið, sum argjamenn longu reelt vunnu í Fuglafirði fyri einari viku síðani.
Árnfirðingur hekk góða løtu uppií og endaði tvær bátslongdir aftanfyri Argjabátin.
Knørrur vann á Ørvi, og Nevið Reyða, sum luttók fyri fyrstu ferð, endaði aftast, hóast Nevið Reyða leingi var á triðja plássi.
Úrslit
1 Argjabáturin 04:39.07
2 Árnfirðingur 04:45.11
3 Knørrur 04:57.10
4 Ørvur 04:59.03
5 Nevið Reyða 04:59.13
Støðan
1 Argjabáturin 42
2 Ørvur 30
3 Árnfirðingur 30
4 Knørrur 26
5 Nevið Reyða 3