Argjabáturin aftur í hopla

8?mannafør: Klaksvíkingar stóðu seg betri, enn teir hava gjørt í mong ár

Eingin ivi er um, hvat av 8?mannaførunum stóð seg best í níti árunum. Hagtølini siga, at Argjabáturin vann seks av tíggju FM heitum. Í fjør vóru argjamenn ov stuttir. Tá vóru tað grannarnir umborð á Ørvi hjá Havnar Róðrarfelag, sum vóru teir drúgvastu.

Á norðoyarstvnu vístu teir umborð á Argjabátinum, at teir ætla sær at taka FM heitið aftur. Og norðoyarstevnuróðurin boðaði eisini frá, at í ár fer Argjabáturin ikki at fáa nakra kapping frá Ørvi. FM manningin á Ørvi í fjør er farin umborð á Havnarbátin. Ørvur er mannaður av nýggjum, men teir hava vant í heilt stutta tíð, og tað hevði við sær, at teir á norðoyarstevnu endaðu á aftasta plássinum.

Mestu kappingina fekk Argjabáturin frá Toftabátinum, sum róðrarfelagið NSÍ mannar, og frá Nevinum Reyða úr Klaksvík. Martin Venned, sum tey bæði undanfarnu árini hevur verið venjari hjá teimum umborð á Eysturoyingi, har hann eisini var partur av manningini, rør við Nevinum Reyða. Hann tykist rættuliga at hava sett ferð í klaksvíkingarnar. Avrikið á norðoyarstevnu boðar frá, at teir í Klaksvík hava ein bát, sum hevur møguleika at blanda seg í kappingina um fremsta plássið, og tað er akkurát tað, sum teir hava hildið skal til, um áhugin fyri kappróðri skal kveikjast av nýggjum í Klaksvík.

Umframt omanfyri nevndu manningarnar, so kann roknast við, at vestmenningarnir, sum manna fuglfjarðarbátin Gullbrand, fara at vera við í kappingini um fremstu plássini.

Oyndri luttók fyri fyrstu ferð í fleiri ár. Oyndfirðingar endaðu á fimta plássi. Teir vóru ikki serliga væl við í startinum, og tað kundi kanska boða frá, at tá tað fer at laga seg betri hjá teimum á fyrsta teininum, so verður møguleikin fyri betri endastøðu størri.

Umborð á Argjabátinum er nógv nýtt fólk. Tríggir av teimum, sum róðu við í fjør, rógva aftur í ár. Hinir eru allir nýggir, men teir vita allir,hvat tað snýr seg um, tí teir hava allir áður tikið lut í kappróðri.

Eitt sindur av fólki var í neystinum og tók ímóti, tá vinnarabáturin kom aftur til Argir. Onkuntíð hava tað verið fleiri til móttøkuna, og onkur helt fyri, at um Argjabáturin fer at halda fram at vinna, so far tey ivaleyst at fjølgast, sum fara at møta upp at taka ímóti.ið í januar millum 40 tey mest spældu countryløgini í Europa.

Ragnar hevur verið við á sonevndum Hotdiscum, sum eru fløgur við endamálinum at gera vart við løg og tónleikarar. Enn einaferð sleppur Ragnar upp í part, tá Stuart Cammeron gevur út næsta Hotdiscin í juli.

Kitty Prins, sangari og sangskrivari úr Belgia, hevur skrivað eitt lag á fløguni hjá Ragnari í Vík. Hon hevur nú skrivað Ragnari 3 nýggj løg og ætlar hann at gera eina stakfløgu við hesum løgum, um møguleiki verður fyri hesum.


Pólland hóast alt

Ragnar í Vík er nú farin at leita eftir stuðlum til ferðina til tónleikafagnaðin í Póllandi, umframt at hann á øðrum økjum roynir at laga tað so, at ferðin kann gerast veruleiki.

Ragnar í Vík og tónleikarar fara, um gjørligt, til Póllands um ólavsøkutíð og slík ferð kostar ferðalagnum eini 70.000 krónur.



(Lesið eisini viðmerkingina frá Norðoya Sparikassa : Ikki leisturin í framtíðini)