Argjabørn duga best at fiska

6. flokkur á Argjahamri vann fiskikappingina í Tórshavnar kommunu í ár. Tey vóru á flot við Westward Ho tann 11. september og fingu 80 fiskar, sum var tað mesta, nakar flokkur fekk.

 

Tað er fastur táttur, at í september verður skipað fyri fiskitúrum við næmingum í 6. flokkunum í Tórshavnar kommunu. Túrarnir við 6. flokkunum “Á flot við Westward Ho” eru skipaðir, sum ein fiskikapping, soleiðis at tann bólkurin, ið hevur fiskað mest – flest fiskar – fær steyp til ognar. 

 

Í morgun var steypahandan á Skúlanum á Argjahamri, har Annika Olsen, borgarstjóri, handaði næmingunum úr 6. flokki steyp til ognar.

 

- Tað er, at fegnast um, at “Á flot við Westward Ho” fær so góða undirtøku millum skúlarnar, og aftur í ár hava allir 6. flokkarnir í kommunalu skúlunum verið á floti við sluppini. Tilsamans 15 túrar hava verið. Tað er misjavnt, hvussu nógv bólkarnir hava fingið, og hvussu tað hevur viðrað, men tilsamans hava næmingarnir fingið 519 fiskar, segði hon.

 

Endamálið við fiskikappingini er, at næmingarnir fáa samband við sjógvin og fáa eina fatan av siglingarsøguni, og at tey sleppa á flot. Westward Ho var ein av nógvu sluppunum, sum komu til Føroya úr Onglandi eftir 1872, skrivar heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu. 

- Tað er Tórshavnar kommuna, tvs. vit øll, sum eiga sluppina, og nú tit í 6.flokkunum hava verið ein túr við Westward Ho, er at vóna, at tit koma umborð aftur eina aðra ferð, og at onkur tykkara um nøkur ár verður sluppvinur og fer við sum manning, tá skipað verður fyri túrum, segði borgarstjórin.

 

Les eisini Ruth og Lý fingu størsta toskin

 

Hetta er níggjunda árið, at tiltakið er skipað sum ein fiskikapping og hetta er ikki fyrstu ferð, at tað eru næmingar á Argjum, sum vinna fiskikappingina. Bæði í 2009 og í 2010 vóru tað næmingar í táverandi Argja skúla, sum vunnu fiskikappingina og fingu steyp til ognar.

- Lítið er, at ivast í, at steypini eru komin við, tá flutt varð niðan í Skúlan á Argjahamri, og nú kemur so eitt steyp aftrat, segði Annika Olsen.