16. august í 1982 bleiv eitt nýtt róðrarfelag í Føroyum sett á stovn. Hetta var róðrarfelagið á Argjum, sum í dag telist ímillum størstu róðrarfeløg í landinum. Tað vil siga, at felagið í gjár hevði 25 ár á baki sum róðrarfelag, og eingin ivi er um, at felagið við árunum hevur voksið seg størri og størri.
Fyrsta bátin fekk felagið í 1983, tá 8-mannafarið, Argjabáturin, bleiv bygdur, og næsti báturin kom árið eftir, tá 5-mannafarið, Blikur, bleiv bygdur. Eftir hetta hevur Argja Róðrafelag fingið tveir bátar afturat. 6-mannafarið Lómur bleiv bygdur í 2002, og fyrr í ár fekk róðrarfelagið eitt nýtt 5-mannafar, sum bleiv kallað Teistin.
Hesi 25 árini, sum bátarnir hjá Argja Róðrarfelag hava kappast um føroyameistaraheitini, er tað blivið til 16 meistaraheiti í teimum ymisku bátaflokkunum. Argjabáturin hevur vunnið átta av meistaraheitunum, dreingirnir á Bliki hava vunnið fýra, kvinnurnar á Bliki hava vunnið trý, og genturnar á Bliki hava vunnið eitt.
Argja Róðrarfelag bleiv eisini valt til ársins róðrarfelag í 2004, og harumframt vann felagið eisini ársins ítróttarbragd hjá Dimmalætting sama ár.
Annars verður sagt av Argjum, at felagið fer at hátíðarhalda 25 ára dagin tann 3. november. Tá verður tann stóra argjaveitslan á skránni, sum verður hildin millum Argja Róðrarfelag og Argja Bóltfelag.










