Argja Kirkja í vanda

Býráðslimir í Havn hava kúvent í málinum um at byggja nýggja kirkju á Argjum og nú vil byggi- og býarskipanarnevndin ikki taka undir við, at nýggj kirkja verður bygt við Sandá. Bogi Andreasen, nevndarformaður, staðfestir, at tað er greitt eftir fund í nevndini í gjárkvøldið.

Byggi- og býarskipanarnevndin skuldi viðgera spurningin um at broyta byggisamtyktina so at nýggj Kirkja kann byggjast á stykkinum við Sandá.

Men tað endaði við, at tríggir nevndarlimir vóru ímóti og tveir vóru fyri og sostatt er ætlanin at byggja nýggja kirkju á Argjum komin í vanda.

Portalurin hevur fingið at vita, at teir sum atkvøddu fyri at broyta byggisamtyktina so at nýggj kirkja kann byggjast við Sandá, vóru Bogi Andreasen, formaður í nevndini og Jan Christiansen.

Hinvegin vóru Jógvan Arge, Levi Mørk og Elin lindenskov ímóti.

Men tann eini nevndarlimurin, Jan Christiansen, hevur kravt, at málið verður lagt fyri alt býráðið til umrøðu, so hóast ætlanin hevur fingið eitt skot fyri bógvin, eru ikki allar súður syftar enn.

Bogi Andreasen sigur, at hann er ógvuliga vónbrotin um avgerðina, tí hann heldur, at ein kirkja hevði tikið seg væl út á stykkinum.

Tað er heldur ongin loyna, at hetta er ikki sørt av eini kúvending, tí áður hevur byggi- og býarskipanarnevndin tikið undir við at broyta byggisamtyktina so at nýggj kirkja kann byggjast við Sandá.

Myndin vísir, hvar ætlanin er at byggja nýggja kirkju. Enn eru ongar tekningar gjørdar, so so ongin veit, hvussu kirkjan fer at síggja út, men á myndini er Kirkjan einasta hús við reising. Húsið, sum stendur tvørtur um Sandá, er Eikin.