Tað hevur ikki gingið so væl hjá bátunum í høvuðsstaðnum á norðoyastevnu ídag.
Nú riggaði tað hjá Argja Róðrarfelag. Kvinnurnar á Teistanum vunnu, og harvið er tað greitt, at í hvussu so er eitt tyssi av gullkrónum fer um nýggju brúnna og út á Argir í kvøld.
Teistin var fremstur mest sum allan teinin. Erla Konsdóttir var fremsti avbjóðarin, og onkra løtu sá tað út sum um, at tær úr Fuglafirði av álvara fóru at bjóða av, men so vóru tær á Teistanum aftur tær treystastu.
Fípan Fagra úr Klaksvík vann bronsukrónurnar. Inntil tað restaðu fýra hundrað metrar var Fípan Fagra væl við, men so dragnaði. Á málinum var Teistin eina bátslongd undan Erlu Kongsdóttir, og grøni báturin úr Fuglafirði var tvær bátslongdir frammanfyri Fípuna Føgru.
Hinir bátarnir vóru væl aftari. Í tí kappingini vann Tekla frammanfyri Frúnna úr Miðvági og Drekan hjá Havnar Róðrarfelag.
1.Teistin 5.56.21
2. Erla Kongsdóttir 5.59.01
3. Fípan Fagra 6.05.22
4. Tekla
5. Frúgvin
6. Drekin