Jógvan Arge, býráðslimur í Havn
??????
Tað var hugaligt at vera til samkomu í Kollafirði hendan dagin, ítróttarhøllin hjá kollfirðingum varð innilokað. Eitt stórt ynski hjá kollfirðingum í sambandi við saman-leggingina við Havnina er nærum uppfylt.
Kollfirðingar sjálvir hava gjørt sítt til, at høllin verður so trivalig. Fyri ikki at enda við einum skravaðum modelli, hava teir tikið seg saman at gera ein part av arbeiðnum sjálvir. Tað er alla æru vert og tænir øðrum sum fyrimynd.
Samstundis er kommunan farin undir nýtíðargerð og víðkan av skúl-anum í Kollafirði.
So langt so gott.
Men áðrenn Kollafjørður kom upp í Havnina, kom hin grannakommunan Argir uppí. Gamaní undir eitt sindur øðrvísi umstøðum, men tó sum ein javnbjóðis partur av kommununi.
Har hevur ikki verið sama ferð á vælvildini. Tíðin er farin frá Argja Skúla. Hann stendur at bresta og er ikki førur fyri at hýsa tí vaksandi næmingatalinum.
Hesin skúlin er í heilum koyrdur aftur um í raðið, men skal tað ikki í longdini ganga út yvir skúlagongdina, er tíðin komin at raðfesta hann í fremstu røð.
Argjafólk leggja doyin á ítróttavirksemi. Vit síggja, at Argja Róð-rarfelag áhaldandi er millum tey sterkastu í landin-um, og Argja Bóltfelag tekur seg støðugt fram bæði við kvinnum og monnum.
Tað er væl skiljandi, at argjafólk eisini vilja hava møguleikar fyri at íðka innandura ítrótt eins hoyvíkingar hava fingið og kollfirðingar liggja fyri at fáa. .
Tí eigur spurningurin um at byggja eina ítróttarhøll við fótbóltsvøllin á Argjum at verða settur á breddan sum skjótast.
Tað hevði gjørt stóran mun á Argjum og hevði lætt um heimi í Havn.