Argir í stórari menning

Seinnu árini hava Argir verið fyri stórari menning og stórum framburði á fleiri økjum.

Einaferð í tíðini var Argir ein bygd - eins og aðrar bygdir - ið lógu uppat høvuðsstaðnum.

 

Argir var sjálvstøðug kommuna, men fyri sløkum 20 árum síðan gjørdist kommunan partur av Tórshavnar kommunu, eins og fleiri aðrar bygdir upp á høvuðsstaðnum seinni eisini gjørdust partur av høvuðsstaðarkommununi.

 

Argir er gomul bygd við nógvari søgu, men hon er ikki nøkur lítil bygd longur.

 

Longu í 1990 búðu 1431 fólk í táverandi Argja kommunu.

 

Hyggja vit eftir, hvussu gongdin í fólkatalinum hevur verið síðan ár 2000, tá 1585 fólk búðu á Argjum, síggja vit, at vøkstur var í fólkatalinum heilt fram til ár 2006, tá 1918 fólk búðu á Argjum.

 

Síðan 2006 hevur fólkatalið verið eitt sindur aftur og fram, men er ongantíð farið niður um 1857, sum tað var í 2008.

 

Í 2011 var fólkatalið á Argjum størst, tá 2038 fólk búðu í økinum.

 

Hyggja vit eftir íbúgvaratalinum í dag, búgva í løtuni 1984 fólk á Argjum.

 

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, fegnast um allan tann framburð sum seinnu árini hevur verið á Argjum - við nýggjum og stórum skúla á Argjahamri, stovnum til barnaansing, góðum umstøðum og fasilitetum við bátahylin, góðum umstøðum við fótbóltsvøllin og við nýggjum og tíðarhóskandi vegaføring, sum Argir nú fáa við brúnni um Sandá.

 

Stórir íbúðarblokkar eru bygdir Undir Kongavarða, og tað skal ikki stórt nærlagni til fyri at síggja, at her hevur stórur framburður verið.

 

- Eg fegnist um alt, sum gjørt er, og eg gleði meg at vera við til at síggja enn størri framburð í hesum partinum av Tórshavnar kommunu, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

 

Í Vikublaðnum, sum varð borið í hvørt hús mánadagin, var vitjað á Argjum, og her eru samrøður við ymisk vinnulívsfólk og onnur við ymiskum tilknýti til Argir.