2. deild
Fyrstu umførini av árinum tóktist nógv benda tann vegin, at nýggja liðið í aðru deild, AB, veruliga skuldi gera um seg.
Soleiðis er tó ikki longur. Seinnu umførini hava argjamenninir snávað at kalla hvørja ferð, og móti TB leygardagin megnaðu teir ongan tið at venda gongdini heilt.
Ein part av skuldini fyri vánaligu gongdina hava nógvu skaðarnir, sum seinastu tíðina hava rakt AB, uttan iva, og í øllum førum tóktist tað so leygardagin, at samansetingin á liðnum í løtuni ikki er nóg trygg.
TB fekk trý mál í fyrra hálvleiki, og í øllum trimum førum noyðist AB at átaka sær ein part av ábyrgdini fyri hesi. Fyrsta málið kom, tá verjuleikari og málverji misskiltu hvønn annan, soleiðis at bólturin støkk til ein púra leysan Allan Michelsen, sum ikki hevði stórvegis trupulleikar við at senda í málið.
Tær báðar næstu ferðirnar var talan um stutt hornaspørk útfrá, har eingin argjamaður tóktist leggja í at fara út móti hóttanini, og har tvørámenn so kundu royna seg við skotum.
Undan steðginum fekk AB tó eina fløva, tá samanspæl millum Pætur Dam Jacobsen og Símun Hansen tvær ferðir førdi til, at sandoyingurin á Argjum gjørdist leysur, men samanlagt munaði hetta ikki nóg nógv. Beint eftir hálvleik kostaði nevnliga enn ein misskiljing í verjuni, tá Kaj Roest kom ímillum eina afturlegging, og so var TB-sigurin vísur.
Er gongdin í løtuni tung hjá AB, so tykjast tvørámenn hinvegin at hava funnið rætta stevið. At Óli Johannesen er komin heimaftur, hevur so avgjørt styrkt um vónirnar hjá liðnum at vinna seg fram í fremstu røð, og spurningurin er so bara, hvørt TB megnar at seta neyðuga endaspurtin í gongd. Ein ábending um hetta fæst helst á Krossinum í Sumba um tvær vikur, tá TB fer á vitjan í tí, sum í løtuni líkist eini finalu millum suðuroyarliðini um, hvørt teirra skal royna at halda sambandið við ÍF í oddinum.
AB-TB 2-3 (2-3)
0-1: Allan Michelsen
0-2: Rasmus Nolsøe
0-3: Óli Johannesen
1-3: Símun Hansen
2-3: Símun Hansen
2-4: Kaj Roest