Argir hægri raðfesting

Kanska størsti fólkavøksturin í kommununi seinastu árini hevur verið á Argjum, men hetta sæst ikki aftur í trivnaðarraðfestingum býráðsins fyri bygdina sunnanfyri Sandá. Eitt dømi um vantandi raðfestingar er fótbóltsvøllurin úti í Vika á Argjum, sum kanska meira enn nakað annað savnar argjafólk.

Ofta verður sagt, at umstøður og ítøkilig úrslit hanga saman og tí er kanska ikki so løgið, at besta mansliðið hjá Argja Bóltfelag í løtuni hevur tað trupult. Hinvegin ber til at vísa á eina góða gongd í yngru deildunum, har ungdómurin trívist og hevur frægari úrslit at vísa á.

Tí er eisini týdningarmikið beinanvegin at raðfesta økið og kommunan eigur at ganga á odda og stuðla ætlanum um at útbyggja skýlið við vøllin. Hetta fer bæði at skapa betri karmar hjá áskoðarum, góð felagshølir og ikki minst verður høgligari hjá leikarum til bæði venjingar og dystir, tí við einum útbygdum skýlið fæst eisini betri lívd á sjálvum vøllinum.

Ljósviðurskiftini kring vøllin eiga eisini at betrast munandi og somuleiðis munnu øll – eisini tey, sum ikki leggja í fótbólt annars – skjótt verða samd um, at parkeringsviðurskiftini kring vøllin eru út av lagi vánalig og til stóran ampa fyri íbúgvar í økinum hvørt vikuskifti, tá ið nógv virksemi er. Hetta økið má skipast betri og upplagt er beinanvegin at fara í holt við at gera eitt stórt parkeringspláss norðanfyri vøllin við Deildartún.

Sjálvur havi eg áður tikið nógv lut sum venjari í ungdómsfótbólti, har eg tilsamans havi verið knýttur at trimum feløgum, seinast úti í Vika á Argjum, har umstøðurnar vóru munandi verri enn tað, sum eg áður var vanur við. Hóast felagið ikki er av teimum størstu í landinum, so er greitt, at vit við stóra fólkavøkstrinum á Argjum í huga mugu raðfesta hetta til gagns fyri øll argjafólk og trivnaðin í økinum. Hesum vil eg m.a. arbeiða fyri, um eg fái tín stuðul á býráðsvalinum týsdagin 10. november 2020.