Í Kirkju og Missiónshúsinum á Argjum hava tey í eina tíð arbeitt við hugskotinum um at hava gudstænastuna og sunnudagsskúlan um somu tíð. Farið varð undir hesa skipanina fyrr í mánaðinum, sunnudagin 12. august. S
kipanin virkar soleiðis, at tá tey eldru sita undir gudstænastuni, fara børnini í sunnudagsskúla.
Her koma tey so at syngja saman og eisini hava dagsins bíbliutekst.
- Hetta kemur at virka á einum royndarstøði fyri fyrst. Men fer tað at roynast væl, verður hildið fram við tí, verður sagt.