ÍA eitur nýggja hondbóltsfelagið, sum hevði stovnandi aðalfund mikukvøldið
Heldur enn at senda børn til hondbóltsvenjing í Havn ella í Hoyvík, hava fólk á Argjum nú tikið stig til at stovna egið hondbóltsfelag. Mikukvøldið hevði Ítróttarfelagið Argir ÍA stovnandi aðalfund.
Í fyrstu nevnd felagsins sita Kristian Martin Skála, formaður, Michael Viderø, næstformaður, Nicolaj Balle, skrivari og Martin Mørk, kassameistari.
- Fólkatalið á Argjum er somikið stórt, at tað væl eigur at bera eitt hondbóltsfelag. Tað er eisini langur teinur at senda børnini í Gundadal ella til Hoyvíkar at venja, og vit ivast ikki í, at verður rætt borið at, kann ÍA um nøkur ár hava lið í at kalla øllum deildum, varð staðfest á stovnandi aðalfundinum.
Hetta fyrsta árið hevur ÍA teknað fýra lið til landskappingarnar hjá HSF.