- Vit spældu á Argjum, og her eru vit sterkastir. Vit standa væl í verjustøðu, og tað er høvuðsorsøkin til uppiborna sigurin.
John Hansen, annar av málskjúttunum hjá AB, royndist væl á miðvøllinum í gjár. Hann staðfestir, at Allan Mørkøre, venjari, hevði rætta uppleggið.
- Vit flyta okkum longur aftur í seinna hálvleiki og dúva á mótálop. Fuglfirðingar eru nógv á bóltinum, men ongantíð vandamiklir. Vit hava prógvað, at øll liðini fáa tað trupult á Argjum í ár, sigur John Hansen, sum frøist um fyrstu stigini.
- Fyrst og fremst er málið at sleppa undan niðurflyting, men sjálvsagt hava vit sett nøsina upp móti meira. Við spælinum í dag kunnu vit væl enda í miðjuni av stigatalvuni, slær John Hansen fast.









