Argir

Bent Jákup Hansen
valevni Sambandsfloksins
til Tórshavnar býráð

Skúlin: Nú nógvir skúlar í kommununi eru útbygdir, má Argja skúli fáa fyrsta prioritet.
Eitt projektuppskot er gjørt, har ætlanin er at útbyggja verandi skúla norðureftir, til ampa fyri íbúgvararnar í Billugøtu.
Ístaðin skuldi ein bygningur, í tveimum hæddum, verið bygdur niðan fyri skúlan. Tað hevði ligið væl í landslagnum og eisini kundi gamla íshúsið lættliga verið integrerað í hesa bygging, t.d. sum høvuðsinngongd í Argja skúla.
Ferðslan til og úr skúlanum varð soleiðis flutt av Argjavegnum oman í Rættargøtu og kundi verið skipað við eini av- og áskipan við íshúsið. Útkoyringin frá Rættargøtu á Argjavegin kann samskipast við einari rundkoyring, ið bindur saman vegamótini: Argjavegur-Støðlagøta-
Dr. Dahlsgøta-Rættargøta.
Soleiðis vórðu bæði hølis- og ferðsluviðurskiftini í/við Argja skúla loyst.
Ringvegurin: Arbeiðið við ringvegnum út á Argir hevur ligið stilt í langa tíð, hóast tað varð bragdliga lagt út. Hetta skal í gongd aftur og gerast liðugt, soleiðis at ferðslan til og av Argjum, ikki skal kroystast gjøgnum Dr. Dahlsgøtu, men býtast á tveir inn-/útfallsvegir.
Útstykkingar: Byggifyritøkur á Argjum hava í fleiri ár arbeitt við ítøkiligum útstykkingarætlanum á Argjum, men tað sýnist sum um, at øll útstykking skal gerast í Hoyvíkshaganum.
Hetta skal broytast, soleiðis at allur býurin kennir framburð, og útbyggingar koma øllum borgarum/býarpørtum til góðar ? eisini okkum á Argjum.
Hesum vil eg sum val-evni arbeiða fyri.