Tangobólkurin í Havn skipar í vikuskiftinum 9.-11. februar fyri enn einum skeiði í Argentinskum Tango.
Hesaferð eru instruktørarnir eitt nýtt par, sum ikki hava verið í Føroyum áður, Bente og Bo Paulsen. Tey koma bæði frá Tangoakademinum í Århus, og vitjanin er eitt framhald av tí samstarvi, sum higartil hevur verið við hetta dansistaðið.
Bente og Bo Paulsen eru bæði 50 ár, og hava fingið frálæru, bæði frá donskum og øðrum instruktørum, m. a. Gustavo Naviera, Daniela Arcuri, Armando Orzuza og Cacho Dante. Harumframt eru tey við í tangotiltøkum og workshops í Danmark og aðrastaðni í Europa. Afturat tango undirvísa tey eisini í tangovalsi og serliga milonga. Í argentinskum tango verða innan fyri grundstigini dansað ymisk háttaløg. Bente og Bo nýta ein smidligan stíl við íblástri bæði frá tí tætta og tí opna dansistílinum.
Tangobólkurin hittist annars annaðhvørt sunnukvøld kl 20-22. Kaggin hevur verið so beinasamur at læna okkum teirra dansigólv, og næstu dansikvøldini aftaná skeiðið verður sunnudagin 25. februar og 11. mars. Hesi kvøldini royna tey at halda tangolæruna viðlíka. Forvitin eru vælkomin at koma inn á gólvið, og kanska royna seg saman teimum, siga føroysku tangofyrireikararnir.
Ætlanin er at enda dansiveturin við enn einum skeiði 16.-18. mars.