DANMARK
Hóast fyrsta umfarið í superliguni er ein knappan mánað burtur, so er nógv lív í danska fótbóltsheiminum. Ikki minst felagið hjá Toda Jónsson, FCK, liggur ikki á løtu síðuni.
Í gjár keypti FCK Peter Nielsen. 34 ára gamli miðvallarin hevur áður verið í FCK, har hann var liðformaður frá 1997 og til 1999. Síðani tá hevur hann verið í Borrussia Mönchen Gladbach, har hann spældi so mikið væl, at Morten Olsen í fjør hevði hann við í tveimum HM undankappingar dystum. Men so varð Peter Nielsen so mikið illa skaddur, at hann ikki fekk spælt í Týskalandi, og hann kom so mikið seint fyri seg, at tað ikki eydnaðist honum at sleppa upp í part í HM endaspælinum.
Peter Nielsen og týska felagið høvdu sáttmála fyri komandi fótbóltsárið, men danin nýtti regluna, sum segði, at tað bar honum til at sleppa burturúr samstarvinum í summar, um hann vildi sleppa til hús. Tað gjørdi Peter Nielsen, sum aftur nú verður liðfelagi við Toda Jónsson. Teir báðir hava áður spælt saman í FCK.
Umframt Peter Nielsen er møguleiki fyri, at ein argentinskur álopsspælari, sum hevur spælt átjan landsdystir, verður nýggjur spælari í FCK. 29 ára gamli Marcelo Delgado skal royndarvenja við FCK, sum í hesi vikuni er í Jyllandi. Seinni í vikuni verður støða tikin til, um sáttmáli skal skrivast við argentiska spælaran ella ikki. Delgado hevur tvey tey seinastu árini spælt við argentinska toppfelagnum Boca Juniors.
Todi skoraði
FCK spælir nógvar venjingardystir, nú teir fyrireika seg til nýggja kappingarárið. Fríggjakvøldið vóru teir í Slagelse, har teir vunnu 5?0. Todi var ímillum teir fyrstu ellivu, og hann skoraði til 1?0. Hini málini skoraðu Carsten Fredgaard, Pascal Simpson, Jesper Bech og Thomas Røll, sum umsetti úr ellivu metrum. Todi Jónsson spældi fyrra umfarið, so varð hann avloystur av Pascal Simpson.
Í hesi vikuni er FCK á fýra daga venjingarlegu í Jyllandi, har teir skulu spæla tríggjar dystir. Tann fyrsti verður í kvøld í Spjald, har mótstøðuliðið er superliga liðið hjá Viborg. Hinir dystirnir verða ímóti lægri støddum liðum. Í annaðkvøld verður spælt í Vingsted, og hóskvøldið verður spælt í Næsbjerg.
Nógvir føroyingar, sum eru í Danmark í summarfrí, vóna at fáa møguleikan at síggja FCK spæla. Tað eru fleiri møguleikar fyri tí í juli, sjálvt um fyrsta umfarið í landskappingini ikki verður á skránni fyrrenn ólavsøkuaftan. Leygardagin skal FCK spæla í Rødovre, og 16. juli skulu teir spæla í Helsingør ímóti Sheffield Wednesday. Leygardagin 13. juli skal FCK spæla á Bislet í Oslo ímóti oddaliðnum í norsku tippuliguni, Lyn. Síðsti fyrireikingardysturin verður í Parkini leygardagin 20. juli, tá FCK í Parkini skal spæla ímóti belgiska Club Brügge.
Nú FCK er í Jyllandi, er tað við øllum kanónunum. Tað vil siga, at allir teir, sum vóru við í HM endaspælinum, eru komnir aftur til arbeiðis. Talan er um Sibusiso Zuma, Magnus Kihlstedt og Tomas Antonelius.










