Argentinar tora ikki at spæla ímóti Ísrael

Palestinska fótbóltssambandið vann sálarliga kríggið. Argentina manglar nú ein sparringspartnara áðrenn HM

Argentina manglar nú eitt mótstøðulið til at testa HM-formin áðrenn teir møta Íslandi í HM-bólki D. Tann dysturin verður spældur leygardagin 16. juni klokkan 13.

 

Argentina við Lionel Messi á odda skuldi møta Ísrael í Jerusalem komandi leygardag, men nógv mótmæli frá Palestinska fótbóltssambandinum o.ø. arabiskum fótbóltssambondum hevur fingið argentinska fótbóltssambandið at óttast fyri trygdini hjá argentinsku spælarunum, og tí hevur argentinska fótbóltssambandið valt at avlýsa venjingardystin ímóti Ísrael.

 

Jibril Rajoub, ið er forseti í palestinska fótbóltssambandinum fór so langt sum at biða fólk brenna troyggir hjá Lionel Messi og Argentina. Staðfestast má, at Jibril Rajoub vann sálarliga kríggið nú Argentina avlýsti ætlaða venjingardystin ímóti Ísrael.

 

Argentina manglar nú eitt FIFA-land at spæla ímóti fyri at testa HM-formin. 30. mai vann Argentina 4-0 á Haiti, har Lionel Messi gekk á odda við einum hattricki. 

 

Stuttligt hevði verið um teir valdu nærmasta grannalandið hjá Íslandi, ið teir skulu spæla fyrsta HM-dystin ímóti, leygardagin 16. juni. Lionel Messi á Tórsvølli hevði verið ein dreymur, ið hevði gingið út hjá mongum føroyingum. Vit liva øll í vónini.