Í nátt tapti Argentina finaluna í Copa América ímóti Kili. Hetta er triða finalutapið hjá Argentina í trý ár. Í 2014 varð HM-finalan ímóti Týsklandi tapt, og tvey tey seinastu árini, í 2015 og 2016, hevur Argentina tapt finalurnar í Copa América ímóti Kili eftir brotsparkskapping.
Tey flestu ítróttarfólkini kenna seg nokk aftur í teimum góðu ráðum, at ein ikki skal fella í fátt og geva upp orsakað av tapum á ítróttarleiðini. Tap er ein treytaleysur veruleiki av ítróttarlívinum, sum ongin sleppur undan. Men soleiðis hugsar ein røð av argentinskum landsliðsleikarum eftir øllum at døma ikki.
Eftir finalutapið var Lionel Messi skjótur at kunngera, at nú kastar hann handklæðið í ringin og steðgar á landsliðnum. Og Messi má sigast at vera fyrimyndin fyri mangan argentinskan landsliðsspælara, tí at nú vilja fleiri miðlar vera við, at heili sjey aðrir leikarar ætla at gera honum kynstrið eftir.
Sambært ESPN Argentina, so fara Javier Mascherano, Sergio Aguero, Ezequiel Lavezzi, Angel di Maria, Ever Banega, Lucas Biglia og Gonzalo Higuain eisini at steðga á landsliðnum.
Tað er tó ikki alment váttað, at hesir leikarar eisini fara at leggja kongin á landsliðnum. Um nakar saknar eina orðagreining av hugtakinum vánaligur tapari, so man hetta argentinska fyribrigdið sigast at vera eitt gott dømi.









