Argentina vann ”Finalissima”

Lionel Messi og Argentina vunnu greiðan sigur á Italia

Í kvøld hevur bara triðja uppgerð í søguni millum Copa America vinnararnar, og EM-vinnararnar verið. Argentina vann dystin á Wembley móti Italia 3-0. Lautaro Martinez legði Argentina á odda eftir ein lítlan hálvan tíma, eftir upplegg frá Lionel Messi. Beint fyri hálvleik var tað Lautaro Martinez, sum átti uppleggið, tá Ángel Dí María hegnisliga lobbaði bóltin upp um Gianluigi Donnarumma í málinum hjá Italia.

 

Í seinna hálvleiki stóð tað Argentina á tí mesta. Lionel Messi royndi seg fleiri ferðir, og átti eisini uppleggið, tá innskiftið Paulo Dybala setti punktum stitt fyri tíð. Talan var gott nokk um takling, men tað bleiv til eitt upplegg til Paulo Dybala, sum er uttan sáttmála í løtuni.

 

Fyri Argentina er talan um stóran sigur, sum dagsins spælari, Lionel Messi, kann leggja afturat Copa America heitinum, ið liðið vann í fjør. Fyri Italia er talan um eina kreppu, nú liðið ikki vann seg til HM í Katar í vetur.

 

Hetta er triðju ferð, at UEFA og suðuramerikanska fótbóltssambandið, CONMEBOL, skipa fyri einum dysti millum EM-vinnararnar og Copa Amerika vinnararnar. Fyrstu ferð var í 1985, tá Frakland vann 2-0 á Uruguay, og síðani í 1993, tá Argentina vann upp á brotsspørk móti Danmark, sum vann EM í 1992.