Argentina víðari við dómarahjálp

Carlos Tevez legði Argentina á odda um miðjan fyrra hálvleik, men sjónvarpsmyndirnar vísa greitt, at Tevez er upp til tveir metrar rangstaddur. Tað sá hjálpardómarin tíverri ikki, men tað gjørdist heitt á vøllinum, tá sjónvarpsskýggjarnir á stadium vístu støðuna stutt eftir.

 

Løtu seinni revsaði Gonzalo Higuaín ein verju brølara hjá Meksiko. Í seinna hálvleiki økti Carlos Tevez til 3-0 við einum góðum langskoti. Komandi Manchester United framherjin, Javier Hernandez, minkaði um munin til 3-1, men nærri komu teir ikki.

 

Argentina var omaná tað mesta av dystinum. Teir skulu í fjórðingsfinaluni spæla ímóti Týsklandi.

 

Argentina-Meksiko(2-0) 3-1

1-0 Carlos Tevez (26)

2-0 Gonzalo Higuaín (33)

3-0 Carlos Tevez (52)

3-1 Javier Hernandez (71)