Argentina uttan Verón í dag

Verón mátti lata seg útskifta í seinna hálvleiki í fyrsta dystinum ímóti Nigera. Tað er nú greitt, at hann verður ikki millum teir fyrstu 11 í dag.

 

- Tað var ein torfør avgerð at seta Verón uttanfyri. Hann vil gjarna spæla og sjálvandi vil ongin fótbóltsspælari sita uttanfyri til eitt HM. Men eg verið noyddur at hugsa um alla kappingina. Spælir hann í dag og gerst skaddur aftur, so kann eg missa hann restina av kappingini, sigur landsliðsvenjari hjá Argentina og leggur aftrat, at Verón er ein av týdningarmiklastu monnunum hjá honum.

 

Í hansara stað kemur Liverpool leikarin, Maxi Rodriguez.

 

- Vit vita øll, at liðið er ikki tað sama uttan Verón, men eg eri vísur í, at Maxi Rodriguez ferð at gera eitt gott arbeiði, sigur Maradona at enda.

 

Argentina og Suðurkorea møttust í bólkaspælinum í 1986, tá vann Argentina 3-1. Diego Maradona legði tá upp til øll málini hjá Argentina. Maðurin sum hevði til uppgávu at steðga Diego Maradona tann dagin, var Huh Jung-Moo, sum í dag er venjari hjá Suðurkorea. So er spurningurin um Huh Jung-Moo hesa ferð megnar at steðga Maradona.