Argentina í stórum trupulleikum

Kroatia er víðari í HM eftir sannførandi sigur ímóti tannleysa Argentina.

Lionel Messi og teir úr Argentina skuldu í kvøld royna at reisa seg eftir ivasama HM-byrjan við 1-1 ímóti Íslandi í fyrsta dystinum. Mótstøðuliðið í kvøld var Kroatia, sum í sínum fyrsta dysti í kappingini vann 2-0 á Nigeria.


Kroatia legði væl fyri, og við góðum spæli mynstraðu teir seg fram til nakrar heilt góðar møguleikar fyrsta lítla korterið. Argentina kom so við og við inn í dystin, og eftir hálvum tíma fekk miðvallarin, Enzo Perez, ein risa møguleika. Hann skeyt tó bóltin beint við síðuna av málið, og støðan í hálvleikssteðginum var 0-0.


Stutt eftir steðgin legði Kroatia seg á odda. Talan var um eina gávu frá argentinaska málverjanum, Willy Caballero, sum spældi bóltin illa út frá málinum. Bólturin stakk upp í luftina til Ante Rebic, sum við vøkrum sparki fluktaði Kroatia á odda 1-0. Argentina er illa mannað á júst málmansplássinum, har vanligi fyrstimálverjin, Sergio Romero, ikki er við í HM vegna skaða.


Argentina tóktist ráðaleyst. Útlitini til at vera hálvir úr HM skapti ein ótta, og teir megnaðu ikki at leggja trýst á Kroatia, sum heldur økti um leiðsluna. Tað var liðskiparin, Luka Modric, sum í eyðkendum stíli sendi eitt langskot avstað, sum brast í netmeskunum til 2-0 til Kroatia.


Nú var leyst og liðugt, og tað kom ikki meira frá einum ørkymlaðum argentinskum liði, sum heldur hinvegin mátti síggja enn eitt mál fara ígjøgnum í yvirtíðini. Tað var Ivan Rakitic, sum setti krúnuna á verkið eftir eitt mótálop, og við einum 3-0-tapi var Argentina nærum eyðmýkt.


Sigurin hevur við sær, at Kroatia hevur spælt seg víðari. Tað er eisini orsøk hjá íslendingum at fegnast, tí eydnast tað teimum at vinna ímóti Nigeria í morgin, so liggja teir sera væl fyri. Ein javnleikur er eisini nóg mikið til at geva teimum eitt einsamalt 2. pláss í bólkinum.


Argentina – Kroatia 0-3 (0-0)

0-1: Ante Rebic, 53.

0-2: Luka Modric, 80.

0-3: Ivan Rakitikc, 90.