Heldur ikki í nátt megnaðu Lionel Messi og liðfelagar hansara á argentinska landsliðnum at vinna í amerikonsku kappingini, Copa America. Í tí fyrsta dystinum fekk Argentina bert javnleik 1-1 ímóti Bolivia, og í nátt gekst einki betur ímóti Kolombia. Úrslitið bleiv 0-0. Tað merkir, at Argentina skal vinna tann seinasta dystin, sum er ímóti Costa Rica, fyri at sleppa víðari.
Í veruleikanum vóru argentinar hepnir at fáa javnleik ímóti Kolombia, sum hevði teir flestu møguleikarnar og skuldi vunnið dystin. Tað hjálpti einki, at Argentina spældi við fýra álopsspælarum, Messi, Tevez, Higuain og Aguero, ta síðstu løtuna.
Javnleikurin í nátt ger tað ikki lættari hjá argentinska venjaranum Sergio Batista, sum tók við eftir Diego Maradona.