Tað eydnaðist Argentina og Diego Maradona at vinna sær luttøku í HM-endaspælinum. Á útivølli skuldi Argentina hava í minsta lagi javnleik móti Uruguay, og tað royndina stóð Argentina væl og virðiliga. Argentina vann nevnliga 1-0 við einum máli, sum innskifti Bolatti setti í netið, tá seks minuttir vóru eftir at spæla. Uruguay endaði nummar fimm í bólkinum, og nú skulu teir spæla play-off móti Honduras ella Costa Rica.