Undan dystinum var mett, at Argentina fór at fáa dygga mótstøðu til dystin í kvøld. Tað eydnaðist tó Argentina at standa móti trýstinum, tí Argentina vann dystin 1-0.
Einsamalla málið í dystinum kom longu tá 8 minuttir vóru leiktir. Eftir eitt sindur av tilvildarligum spælið, stakk bólturin fyri føturnar á Gonzalo Higuain, ið stóð beint uttanfyri brotssteigarmarkið hjá Belgia. Við einum framúr góðum hálvfluktara smekkaði Higuain bóltin í netið og legði Argentina á odda 1-0.
Belgia royndi at trýsta, men tað gjørdist ongantíð veruliga vandamikið hjá belgiumonnum. Nærmast við vóru teir í yvirtíðini, tá Romelo Lukaku var í góðari støðu, men kjansurin fór til fánýtis.
Argentina skal í hálvfinaluni leika móti vinnaranum av dystinum í kvøld millum Holland og Kosta Rika.
Argentina - Belgia 1-0 (1-0)
1-0 Gonzalo Higuain, 8.