Argentina er heimsmeistari í fótbólti. Tað var staðfest fyri løtu síðani eftir øgiliga dramatiska finalu ímóti Fraklandi. Argentina var frammanfyri 2-0, men síðsta korterið undan leikloki svaraði Frakland aftur og so var 2-2 og neyðugt við logdari leiktíð.
Í longdu leiktíðini legði Argentina seg á odda 3-2, men Frakland reisti seg enn einaferð, tá ið Kylian Mbappé skoraði fyri triðju ferð og harvið var meistari fyri hattrikki – tað fyrsta í HM finalu síðani 1966.
So var neyðugt við brotssparkskapping, og tá ið hon var av, var Argentina samantaldur vinnari við málmuninum 7 – 5.
Hetta er triðja ferðin, at Argentina er HM vinnari. Fyrsta ferðin var á heimavølli í 1978, og onnur ferðin var í Mexico í 1986.
Heilt stóru spælararnir í finaluni vóru Kylian Mbappé hjá Fraklandi, sum skoraði hattrikk, og so Lionel Messi, sum skoraði tvey mál. Messi hevur nú spælt 26 dystir í HM endaspølum, og tað eru fleiri, enn nakar annar hevur gjørt.