Nú tvær av áttandapartsfinalunum eru klárar, hava tvey Norðurlond spælt seg víðari í HM-endaspælinum. Tað er greitt at Danmark skal spæl ímóti Englandi í áttandapartsfinaluni leygardagin. Svøríki skal spæla ímóti Senegal í næsta umfari.
Mikumorgunin fekk fótbóltsheimurin enn ein skelk. Argentina, sum undan kappingini var mettur sum ein av størstu favorittunum, endaði á triðja plássi í bólki F aftanfyri Svøríki og England. Suðuramerikanararnir mugu tískil fara heimaftur eftir bólkaspælið. Hetta má metast sum ein sonn gøla heima í Argentina, tí øll høvdu væntað sær nógv av argentinska liðnum hesuferð.
Argentina skuldi vinna triðja og seinasta dystin í bólkaspælinum móti Svøríki, men úrslitið gjørdist 1-1. England og Nigeria spældu ein málleysan javnleik, og tað hevði við sær, at Svøríki tók fyrsta plássið frammanfyri England við betri málmuni.
Argentina legði hart út í dystinum móti Svøríki og hevði fleiri góðar málmøguleikar fyri steðgin. Trýstið var til tíðir stórt, og eingin væntaði, at Svøríki fór at halda argentinska liðnum aftur serliga leingi.
Svøríki framum
Men støðan var 0-0 í steðginum, og miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraði Anders Svensson eitt sera vakurt mál beinleiðis uppá fríspark. Argentina skuldi nú skora tvey mál, men tað gekk striltið at skapa møguleikar.
Tá fáir minuttir vóru eftir at spæla, varð Ariel Ortega feldur í brotsteiginum, og dómarin dømdi brotsspark. Ortega tók sjálvur, Magnus Hedman bjargaði, men Hernan Crespo var fyrstur á bóltinum og skoraði.
Seinastu minuttirnir vóru sera spennandi, men Svøríki helt fast um javnleikin og fer sostatt víðari. Hetta endaspælið hjá Argentina endaði í sorgartárum, tí liðið snávaði longu í bólkaspælinum, og tað hevði eingin væntað.
England skuldi javnleik móti Nigeria fyri at sleppa víðari. Enska liðið gjørdi tað neyðuga, og dysturin endaði 0-0. England hevði teir bestu málmøguleikarnar, men Nigeria lá sanniliga eisini framvið, so spenningurin var varðveittur til seinastu løtu.
Argentina ? Svøríki 1-1 (0-0)
0-1: Anders Svensson
1-1: Hernan Crespo
England ? Nigeria 0-0 (0-0)