Arge umhugsar at slíta samgongusamstarv í Havn

Jógvan Arge hevur fingið nokk av atfinningunum hjá formanninum í Javnaðarflokkinum, ið sigur seg hava mist álitið á Tjóðveldi og hvørki kann ella vil samstarva við flokkin Javnaðarflokkurin førir seg eisini fram á landsfundinum við einsamallur at taka sær allan heiðurin av teimum glæsiligu úrslitum, sum vit hildu okkum fáa í felag í Tórshavnar býráð í farna valskeiði.

- Við hesum og niðrandi umrøðu Javnaðarfloksins av okkara flokki á landsfundinum í huga, eigur Tjóðveldi í Tórshavnar býráð at taka time-out í samgongusamráðingunum og umhugsa støðuna av nýggjum, sigur Jógvan Arge.

Víðari sigur fyrrverandi varaborgarstjórin, at veruleikin er, at stóru frambrotini eru hend grundað á politikkin hjá Tjóðveldi og tað seriøsa politiska arbeiðið, sum flokkurin hevur staðið fyri. Men Javnaðarflokkurin skoraði valsigurin á býráðsvalinum og gjørdist størsti flokkur.

Vit lótu Javnaðarflokkinum leiðsluna í farandi valskeiði, hóast vit vóru størsti flokkur og mettu, at hetta býti tryggjaði eina góða innanhýsis javnvág.

Javnvágin í einum møguligum framhaldandi samarbeiði er skeiklað so markant, at eg og mong við mær hava ilt við at síggja nakra rímiligheit í at halda fram uttan at Tjóðveldi fær tryggjað sær eina munandi betri balanseraða støðu mótvegis Javnaðarflokkinum og borgarstjóranum.

- Hann blúgvaðist ikki við at taka sær heiðurin av øllum framdum avrikum undan valinum, og eftir valið kvitterar hansara floksformaður við mest niðrandi umtalu, sum nakar floksformaður hevur givið politiskum samstarvsfeløgum í mannaminni, sigur Jógvan Arge.